Bilasølurnar metár - 302 Milliónir kr.

Svara
#1

https://www.in.fo/news-detail/gott-ar-fyri-skraseting-av-nyggjum-akfoerum

Frá Januar til August eru skrásettir 1007 nýggj akfør.

Siga vit miðalprísurin er uml. 300.000kr so gevur tað 302 Milliónir til bilasølurnar samlað.

Størstu bilasølurnar er nokk:

Wenzel

BM

Waagbilar

Bilasølan

Nordbil

Reyniservice

Um vit siga sølan er javnt býtt millum bilasølurnar, so er tað 50 milliónir í part.

Er tað so nógv, tá ein hevur í huga, at bilasølurnar skulu gjalda lønir og skeiðvirksemi osf ?

Haldi tó spurnartekin má setast við, hví el-bilar generelt kosta 100-150.000kr meira í Føroyum enn í DK ?

Broytt · Sí broytingar (2)

#2

Ja, tað er nógv. Tað er heilt forbanna nógv. Tað er at knokkroyta fólkið, og er ein av størstu orsøkunum til at tað er so dýrt hjá vanligum fólki at støðast.

Bilasølurnar eru eitt ósosialt ódjór, sum kradda til sín við yvirdrivið høgum prísum, sum als ikki kunnu forsvarast, og harafturat eru tær sekar í at skrotta brúktbilar, fyri at minka um brúktbilamarknaðin.

Tað skuldi verið ólógligt.

#3
Brølapa skrivaði:

Ja, tað er nógv\. Tað er heilt forbanna nógv\. Tað er at knokkroyta fólkið, og er ein av størstu orsøkunum til at tað er so dýrt hjá vanligum fólki at støðast\. Bilasølurnar eru eitt ósosialt ódjór, sum kradda til sín við yvirdrivið høgum prísum, sum als ikki kunnu forsvarast, og harafturat eru tær

Hatta við at skrotta brúktar bilar havi eg ikki hoyrt fyrr, hvar sært tú tað?

#4

Tað er munur á umsetningi og yvirskoti. Hevur tú tey tølini eisini?

#5
Brølapa skrivaði:

Ja, tað er nógv\. Tað er heilt forbanna nógv\. Tað er at knokkroyta fólkið, og er ein av størstu orsøkunum til at tað er so dýrt hjá vanligum fólki at støðast\. Bilasølurnar eru eitt ósosialt ódjór, sum kradda til sín við yvirdrivið høgum prísum, sum als ikki kunnu forsvarast, og harafturat eru tær

Kanska bilasølurnar eru sekar í at skrotta bilar fyri at tvinga fólk at keypa nýggjar bilar.Haldi man plagdi síggja fleiri brúktbilar á heimasíðunum hjá bilasølum.