Persónligheitir vs diagnosir

Svara
#1

Eri sjálvur barn av 80'inum.

Eg kann ikki koma í tankar um ein einasta næming frá mínum fólkaskúla, har fólk tosaðu um at hesin ella hasin persónurin hevði eina diagnosu sum ADHD osf.

Eg eri bangin fyri, at allar hesar diagnosirnar vit hava í dag, har børn verða sett í medisinska viðgerð og send til sálarlæknar osf. er eitt arbeiðsfremjandi tiltak.

Jú sanniliga vóru tað børn í mínum uppvøkstri, sum vóru ófriðalig og energisk, men er tað ónormalt fyri eitt barn?

Fyri nakað síðan var ein sending um fiskimenn sum royndu við new foundland. - Tað kom fram, at har tóku teir ungdómar við sum í landi vóru rættuliga buldrasligir, men umborð vóru teir fyrimyndarligir, tí teir blivu pøstir og futtaðu alt sítt krút av.

Haldi tað er í so lætt, at bara uppgeva eitt barn sum er óróligt og bara yvirgeva tað til viðgerð við t.d. Ritalin og heilsuverkið annars.

Børn eru sku skít full í energi, og tað er sku trupult at fara frá aktivum barnalívið og so í skúla at sita pinna stillur í tímavís.

#2

Eg trúgvi ikki at ADHD og annað er nakað sum mann bara hevur funnið uppá sum arbeiðsfremjandi tiltak. Men okkara samfelag í dag leggur nógv størri dent á, at øll skulu vera nøkulunda líka, enn tað gjørdi fyrr. Mann plagdi at sleppa fyrr úr skúlanum fyri at fara til skips og líknandi, uttan at tað var eitt problem.

#3
Zeus skrivaði:

Eri sjálvur barn av 80'inum\. Eg kann ikki koma í tankar um ein einasta næming frá mínum fólkaskúla, har fólk tosaðu um at hesin ella hasin persónurin hevði eina diagnosu sum ADHD osf\. Eg eri bangin fyri, at allar hesar diagnosirnar vit hava í dag, har børn verða sett í medisinska viðgerð og send t

Eg minnist rættiliga væl, at har vóru fólk sum bæði vóru stemplaði sum DAMP og MBD. "Fyri nakað síðan var ein sending um fiskimenn sum royndu við new foundland. - Tað kom fram, at har tóku teir ungdómar við sum í landi vóru rættuliga buldrasligir, men umborð vóru teir fyrimyndarligir, tí teir blivu pøstir og futtaðu alt sítt krút av." - Ja, eg minnist væl hasa sendingina. Har er eitt sum manglar við hasari søguni. Hesir "villu" unglingar, sum blivu tveittir til skips, høvdu ikki allir so góða lagnu. Fleiri teirra endaðu sum ólukkudýr, bundir at fløskuni - og tað er jú ein ordiliga góð orsøk til tað. Alkohol dempar nervalagið, dempar tankar, ger teg róligari. Júst tað, sum ADHD medisin ger.

Eg kann til síðst líka leggja afturat, at tað sikkurt hevði hjálpt eitt sindur uppá støðuna, um alt ikki var so pedagogiskt sum tað er í dag, og børnini av og á fingu at vita hvar skápið skuldi standa, men tað er so nakað heilt annað.