AirBnB drepur lokal búðstaðarøki

Svara
#1

Sá sera áhugaverda dokumentar "Kontant" hjá DR um AirBnB:

https://www.dr.dk/drtv/episode/kontant_-halloej-paa-skyggehotellet_613703

Tað sum kemur fram er, at t.d. hevur onkur kommuna givi loyvið til at onkur kann byggja "students-boliger"... Men tað sum veruliga hendur er, at tann sum eigur bústaðin leigar tað út gjøgnum t.d. AirBnB, sum loysir seg nógv betur fyri eigarin, heldur enn at lána út til eitt mánaðbeløb til lesandi.

Eftir lógini í danmark kann man bert leiga út gjøgnum t.d. Airbnb 70 dagar um árið, men tað hava kommunur/mynduleikar ikki orku til hand hondheva.

Tey sum eru nábúgvar til hesar AirBnB bústaðir, halda tað er keðuligt, tí tey fáa ongantíð nakran veruliga granna sum tey kunnu koma kenna og hava nakað sosialt lív saman við.

So er tað eg spyrji... Man ikki nakað tað sama ganga fyri seg í Føroyum, soleiðis meira ella minni ?

Man kann ímynda sær at relativt ríkir føroyingar keypa øll hús úti á bygd innundir seg og leiga út til AirBnB.

Hvat um hettar fór fram í Mykinesi, Fugloy, Svínoy, Skúoy, Kunoy ella enntá Suðuroy?

Hetta er sera viðkvæm økir, har fá fólk búgva frammanundan, og tey sum veruliga búgva har fáa ongantíð ein veruliga granna, men at tað altíð eru fremmand fólk sum koma og fara.

Og hvat um onkur útlendskur milliarderur hevur hug at keypa eina rúgvu av húsum í føroyum til at leiga út... Er nakað sum kann forða honum í tí ?

Tað sum eisini kom fram í "Kontant" var at hettar virksemi ger, at tað kostar bara meira og meira fyri fólk at veruliga búseta seg.

Broytt · Sí broytingar (2)