Seinast Føroyar høvdu eina veruliga stóra kreppu, var í 1992 tó Sjóvinnubankin fór á heysin og Føroya Land var sett undir umsiting, tí landið var reelt konkurs.
Tú kanst so spyrja, hvat er munurin á 1992 og støðuna í dag?
Í 1992 fóru vit fallit tí landi veðhelt fyri einari rúgvu av skipalánum. Tað ger landi so ikki í dag.
Hevði landi ikki veðhildi fyri so nógv, og kanska átti pening á bók, so hevði landið helst kunna bjarga bankunum.
Eftir kreppuna tosaðu fólk um villu 80ini har hvør per og pól skuldi hava nýggj hús og flottan bil í túni.
Eftir míni meting, so er tað sum gongur fyri seg nú NÒGV verri enn 80ini... Vanlig arbeiðsfólk taka gleðiliga 4-6 milliónir í húsalán og ein flottan bil í túni... Og ein uttanlandaferð hvørt ár við familjuni er ein sjálvfylgja. - Var tað talan um reiðarar og stjórar sum livdu soleiðis, var tað kanska at forstanda, men talan er eisini um heilt almindulig arbeiðsfólk !
Fólk hava nokk ikki hugsa um, at um man lænur 4 millónir frá bankanum yvir 30 ár, so skal man total gjalda aftur uml 6,7 milliónir !
Sum nevnt, so veðheldur landskassin ikki fyri so nógv longur, so tað er kanska ok, men bankarnir vilja bert lána til fólk í miðstaðarøkinum... Hvat hendur um vit fáa stórt arbeiðsloysi? Fiskaloysið, lágir fiskaprísir ella ILA ella annað lort í ælivinnuna?
Klára bankarnir at standa ímótir um t.d. 25-35% av øllum húsum fara á tvingsilssølu?
Broytt · Sí broytingar (3)