hava fólk roomies?

Svara
#1

Í danmark er tað vanligt hjá næstum øllum í mínum aldri at hava ein ella fleiri roommates fyri at hava ráð at búgva í einari íbúð. Ger mann tað í føroyum?

#2

tey sum eg kenni búgva hjá foreldrum til tey flyta út sjálvi...

#3
Trolaraboy skrivaði:

tey sum eg kenni búgva hjá foreldrum til tey flyta út sjálvi\.\.\.

Tað gevur meining. Í danmark búgva tey flestu hjá foreldrum eitt sindur uttanfyri býin, og flyta so inn við roomies tá tey vilja inn í býin til skúla ella arbeiði. Búgva føroyingar so hjá foreldrunum longri?

#4

Eg havi havt roomies fleiri ferðir, bæði í Føroyum og uttanlands, og tað hevur bæði verið í stutt og long tíðarskeið. Tað er ikki tað sama, sum at búgva einsamallur, men man sparir nógvar pengar við at gera tað, og so er tað sku heldur ikki so forferdiligt, um man bara dugir at geva hvørjum øðrum pláss, og setur nakrar reglur um hvussu man býr á staðnum.

Til samans haldi eg at eg havi havt roomies í fýra ár í Føroyum, og í tvey ár í Danmark. Kenni eisini onnur, sum hava búð soleiðis onkur tíðarskeið.