Hvussu dáma tykkum IMDB?
IMDB (Internet Movie DataBase) er, sambært google, verðins størsti internetbaseraði databasi, har hyggjarar meta um filmar, seriur, sjónleikarar og telduspøl. Databasin varð grunnlagdur í 1990, áðrenn internetið av álvara gjørdist útbreitt. Amazon stendur at eiga IMDB.
Tað eru sostatt vanligir hyggjarar, ið meta um filmarnar. Skalin, ið mettur verður eftir, er frá 1 til 10, har 1 er vánaligt og 10 er gott. Einstaki hyggjarin gevur karakter, og tað er tann samlaði miðalkarakteruruin, ið verður vístur.
Nakrar mekanismur gera seg galdandi á IMDB.
Filmar, ið fáa 1 eru ikki altíð teir allar vánaligastu. Eitt hugsa dømi: Ein føroyskur filmur um hvalaveiðu og grind hevði fingið 1 frá øllum Sea Shepherd og Green Peace. Hetta óansæð, hvussu hándverki í filminum annars hevði verið. Er man ordiligur filmentusiast kunnu nakrar perlur goyma seg millum botnskravararnar.
Filmar, sum eru vánaligir, illa gjørdir og illa spældir fáa ofta millum 3 og 5.
Í hinum endanum á skalanum fær filmurin Shawshank Redemption (En verdern udenfor) hægsta miðal karakterin 9,3. Eg haldi, at um ein filmur fær 8 ella meir, so kann man vænta at halda filmin vera góðan. Hetta óansæð genru, evni, áhuga osv.
Fær ein filmur millum 7 og 8 kanst tú vænta ein góðan film. Hetta er tó møguliga ein one-time-watch. Filmurin fastheldur tær ikki, um tú ikki í forvegin var áhuga/ður í evninum.