Í ymsum politiskum kjaki siga fólk ofta at Føroyar eru eitt kristið land, og at tí skulu vit ikki loyva fosturtøku, ella ikki loyva muslimum til landið og so víðari. Men passar tað ordiligt at Føroyar er eitt kristið land, ella er tað bara nakað mann sigur tí vit hava verið tað fyrr?
Eru Føroyar veruliga eitt "kristið land"?
Altso vit hava eina fólkakirkju, so tekniskt sæð ja. Og kringvarpið gjørdi eina sending fyri nøkrum árum síðani, tá var tað nokk so greitt at føroyingar eru trúgvandi: https://kvf.fo/sjon/sending/gudsignif%C3%B8royar?sid=77596
Kanska tølini hava broytt seg síðani tá.
Kann eitt land ver kristið ? humm! Landi kann sum so ikki verða kristi / trúgvandi, hetta er persónligt, so har manglar landi hendan eginleika fyri at kunna verða kristið.
Men um vit hyggja eftir hvussu hendan útsøgnini vanliga verur brúkt, har eitt land kalla seg kristið, muslimskt, buddistiskt ella okkurt heilt annað, so hevur Føroyar verði ein kristin tjóð í meir enn 1000 ár, har kirkjan hevur veri ein sentralur partur av okkara mentan og partur av hvussu vit hava skipa okkara samfelag. Og er tað eisini skriva í stýrisskipanina, at vit hava eina evangelisk-lutherska fólkakirkju.
Hyggja vit eftir, hvussu nógv fólk gongur í kirkju og ella samkomur regluliga her á landi, og kalla seg kristnan. So byggir hetta eisini undir at vit kunna kalla okkum fyri eina “kristna tjóð”
Søgan sigur at hetta landi var kristna við valdi.Nú 1000 ár seinni hava vit ikki megna at blaka hetta okið av okkum.
Sunndagsskúlalærari i eini sekt sum heldur seg vera meiri kristin ennn onnur, er Løgmaður.
Kanska føroyar eru eitt meira kristi land enn onnur lond?
Sjálvt Jødarnir sum vit annars tilbiða, eru ikki hoppaðir uppá hasa svindulsøguna.
Hvørki klettar ella mold kunnu hava eina átrúnaðarliga áskoðan, og kann tí ikki vera kristið. Men politiskt er tað eitt sindur meira nuanserað.
Spurningurin er hvat man meinar við, tá man sigur at eitt land er kristið.
Í onkran mun kanst tú siga, at vit eru ein kristin tjóð, tí vit hava eina fólkakirkju og kristindóm, sum hava eina serstøðu fram um aðrar samkomur og trúðarrætningar.
Í aðrar mátar ber illa til at siga, at vit eru ein kristin tjóð, men heldur ein sekuler tjóð um nakað, í og við at trúgv ikki er partur av hvussu vit reka samfelagið, hvussu vit smíða lógir, hvørji rættindi vit hava, o.s.fr. Tað er alt sekulert.
Brølapa skrivaði:Hvørki klettar ella mold kunnu hava eina átrúnaðarliga áskoðan, og kann tí ikki vera kristið\. Men politiskt er tað eitt sindur meira nuanserað\. Spurningurin er hvat man meinar við, tá man sigur at eitt land er kristið\. Í onkran mun kanst tú siga, at vit eru ein kristin tjóð, tí vit hava eina fólk
Tað er tekniskt sæð regulert, men tað er bestemt ikki sjáldsamt at trúgv verður tikin upp sum grundgeving og argumentering fyri lógarbroytingum. Til dømis nýggja uppskotið hjá Miðflokkinum um ráðgeving við guðfrøðingi fyri at sleppa at fáa abort.