Er rentustuðul ikki bara ein stuðul til bankar og seljarar? Tað ljóðar smart hjálpa fólki at gjalda rentuna tá tey keypa hús, men í veruleikanum ger tað bara at fólk kunnu selja fyri meira, og bankar kunnu geva størri lán og tjena meira uppá rentur. So í endanum verður tað slett ikki bíligari at keypa.
Avtaka rentustuðul?
Burdi man avtikið rentustuðul?
Atkvøður: 3
-
Ja3 · 100%Tú valdi hetta
-
Nei0 · 0%Tú valdi hetta
-
Veit ikki0 · 0%Tú valdi hetta
Rita inn fyri at atkvøða. Rita inn
Absolut. Haldi eisini fólkaflokkurin segði at tey vilja avtaka rentustuðilin og í staðin geva mvg frádrátt.
Broytt · Sí broytingar (1)
Anon1 skrivaði:Absolut\. Haldi eisini fólkaflokkurin segði at tey vilja avtaka rentustuðilin og í staðin geva mvg frádrátt\.
Tað flytir bara stuðulin frá at vera yvir longri tíð, til at vera alt í senn beint nú. Tað er eisini bara ein gáva til bankarnar og ger hús dýrari.
MVG er ein inntøka, meðan ein stuðul er ein útreiðsla.
Í prinsippinum er ongin munur á at strika eina inntøku og at strika eina útreiðslu. Um vit halda okkum til hetta prinsippið, so hava bæði hasi uppskotini neyvt somu avleiðing, og tað er júst tað tú nevnir @píkatju.
Tá rentustuðuilin ikki bleiv avtikin tá rentan var negativ, so kemur tað ALDRIN at henda.
Zeus skrivaði:Tá rentustuðuilin ikki bleiv avtikin tá rentan var negativ, so kemur tað ALDRIN at henda\.
Eg skilji hvat tú meinar, men snýr tað seg ikki minst líka nógv um politiskan vilja og ikki bara búskap?
Eg giti tað hevði verið ópopulert at strika, so veit ikki hvør torir.