Eg brúki næstan ikki Google meira, eg spyrji bara chatgpt um alt. So brúki eg tað eisini nógv til at samanbera vørur, til dømis vaskimaskinur.
Hvussu brúka tit tað sjálvi? Hvat við til arbeiðis?
Eg brúki næstan ikki Google meira, eg spyrji bara chatgpt um alt. So brúki eg tað eisini nógv til at samanbera vørur, til dømis vaskimaskinur.
Hvussu brúka tit tað sjálvi? Hvat við til arbeiðis?
Í arbeiðssamanhangi brúki eg tað til rættlestur, hugarok, greining av data, skriva teldupostar, eftirkanna arbeiði, samandráttir av lógum og reglum, samandráttir av longri frágreiðingum, finna veikleikar í mínum egna arbeiði, og mangt annað.
Persónliga havi eg brúkt tað til alt møguligt, so sum at gera ferðaætlanir, sparring í mun til skriving, íblástur til ístandsetan av húsum, bara fyri at nevna nøkur ting.
Men eg brúki tað ikki at leita við.
Eg brúki Gemini, men tað er mest til vanligar spurningar.
Eg burdi nokk kunna brúkt AI til meira, men havi bara ikki sett meg nógv væl inní tað.