Rúmdarpallur í Føroyum

Svara
#1

Eg havi hoyrt onkrar politikkarar onkuntíð siga at vit skulu byggja ein rúmdarpall í Føroyum, men tað ljóðar altso nokk so langt úti. Tað ljóðar mega cool, men hví her? Vil nakar brúka hann? Riggar tað yvirhøvur fyri veðrið?

Kanska onkur klókari kann forklára mær um tað faktiskt gevur meining ella bara er heilt hol í høvdið 🙈

#2

Og nú lesi eg hetta: https://www.dimma.fo/grein/foroyar-kunnu-vera-ein-middepil-fyri-rumdarvinnu-i-evropa

#3

Tað riggar serstakliga væl at senda rúmdarrakettir frá støðum, sum er lítið fólkað, og har hav er íkring í allar ættir. Tað er m.a. tí at Bretland hevur sína rúmdarstøð í Hetlandi.

Veðrið er ikki ein trupuleiki, tí tú ikki hevur tørv á at senda rakettir út í øllum veðri. Tað sigur seg sjálvt.

Um vit skulu hava eina rúmdarstøð, so er tað eitt mother fucker projekt, sum krevur eina fantasilliard í útlendskum íløgum. Um tað ber til, so er ikki óhugsandi, at vit høvdu fingið eitt nýtt bein at standa á í okkara búskapi.

#4
Brølapa skrivaði:

Tað riggar serstakliga væl at senda rúmdarrakettir frá støðum, sum er lítið fólkað, og har hav er íkring í allar ættir\. Tað er m\.a\. tí at Bretland hevur sína rúmdarstøð í Hetlandi\. Veðrið er ikki ein trupuleiki, tí tú ikki hevur tørv á at senda rakettir út í øllum veðri\. Tað sigur seg sjálvt\.

Eg skilji faktiskt ikki hví tað sigur seg sjálvt at veðrið ikki er ein trupulleiki. Kanst tú forklára?

#5

Nakrar avbjóðingar, sum eg síggi við at hava rúmdarpallar í Føroyum:

  • Av tí at man sendir rakettirnar í ringrás yvir pólarnar (polar orbit), so skal rúmdarpallurin leggjast so norðaliga í Føroyum sum møguligt, so at rakettin ikki flýgur yvir bygt økir. Og ein rúmdarpallur krevur nógv pláss, tí tað skal vera eitt safety zone rundan um økið, um eitt óhapp hendir við rakettini - og tað er ikki óvanligt. At finna eitt pláss norðaliga, sum er stórt nokk og ikki tætt við fólk, er ikki so lætt at finna. Kanska man kundi bygt ein veg frá Haraldsundi og heilt norð til Ytstadal á Kunoynni, har man so kundi sett nakrar pallar upp. Det koster mange penge.
  • Veðrið í Føroyum er ein stór avbjóðing. Tað er bæði regn og vindur, sum er ein avbjóðing. Vit sum hava fylgt eitt sindur við, tá SpaceX sendir rakettir upp í rúmdina, síggja at tað verður rættiliga ofta avlýst av veðrinum. Har kann man bara ímynda sær, hvussu ofta tað hevði hent í Føroyum :)
  • Dálking - bæði CO2 og ljóðdálking. Eg vænti at hetta eisini er ein rættiliga stór avbjóðing. Vit vita ikki hvussu hetta kemur at ávirka bæði fiskilív og fuglalív rundan um okkum.
  • Rúmdarvinnan gevur nógv nýggj arbeiðspláss, og tað merkir at vit mugu importera enn fleiri útlendingar inn til Føroyar at arbeiða.

Tað er øgiliga spennandi at fáa hesa vinnina til Føroyar, men tann stóri spurningurin er hvussu nógv vit kunnu fáa burtur úr hesum.

Alt hetta gevur ein stóran spurning: Hvat er virðið av at siga alt økið í Ytstadalið (bara eitt dømi) frá sær, at økja CO2 dálkingina - og ikki minst, at møguliga ávirka alt fuglalívið norðanfyri?