Heldur enn at nápa býarlendi og gera girdar ítróttabreytir til fólk at vála miðleyst á sum djór í djóragarði eigur tað almenna at fremja eitt nú haruskjóting, at kvinnur og menn fimliga og frítt fara at ganga yvir dalar og fjøll við haruni fyri eyga og sikti til tess at kappast og venja hond og fór. Brosa tú bara við, men eg spyrji bert, hví vit altíð, altíð skulu gera sum hini! Hví ongantíð hugsa og gera okkurt nýtt og føroyskt og bæði spara landi og kommunum skattapening og sleppa tyngdu húsarhaldunum undan ørandi limagjøldum í bólt- og leirdúgvufelagsskapum eins og tí at dúva upp á Miklagarð, FK, Á og hvat veit eg til tess at fáa mettuna? Her má vend koma í! Vit kunnu byrja við at lækka ella snøgt sagt avtaka meirvirðisgjaldið fyri patrónir - tó avmarkað til kalibur 12 og kalibur 16 til hagabrúks. Hvat halda hini?
Haruskjóting er góð ítrótt
Eg haldi ikki at tað noyðist at vera antin ella. Ítróttarfeløg hava eisini ein risastóran sosialan týdning. Og um allir fótbóltsspælararnir fara at skjóta harur, so verða skjótt ikki nógvar harur eftir. 😂
Tað er sjáldan, at fólk í 2026 framvegis halda at patrónir eru loysnin upp á nakað sum helst. Haran hevur ongantíð givið føroyskum húshaldi støðufesti. Jarðeplini hinvegin hava í øldir tryggjað bæði mettuna og sálarfriðin hjá fólki, meðan haran einamest hevur givið veiðumanninum høvi at skjóta seg í knæið, villast í mjørkanum og koma heim við tómum hondum og stórum søgum.
Skúlina hugsar um kalibur 12; eg hugsi um kalibur 80, 100 og 120 millimetrar. Tað eru tey einastu málini, sum eiga at hava almennan stuðul. Heldur enn at lækka meirvirðisgjaldið á patrónum átti landsstýrið at givið skattafrádrátt fyri mold og eplakassar. Hvat hevur nakar nakrantíð fingið burturúr at skjóta harur? Tær eru rýmdar. Men eplið rýmir ongantíð. Tað liggur trúfast í jørðini og bíðar eftir tær.
Og lat okkum ikki gloyma ítróttarliga sjónarmiðið. Skúlina sigur, at fólk skulu reika um dalar og fjøll. Tað hevði kanska verið ein fyrimunur, um fólk fyrst lærdu at ganga tvørtur um egnan urtagarð uttan at missa andan. Eplavelting krevur bæði styrki, javnvág, tol og framhaldni. Mangur maður er komin kroystur heim úr haga við ongum uttan einari søgu, men fá eru nakrantíð komin tómhent úr eplagarðinum.
Haruskjóting gevur ein haru um dagin í besta føri; jarðepladyrking gevur fleiri máltíðir um vikuna. Eisini er nógv lættari at fáa eitt epli at sita stilt enn eina haru.
Eg haldi tí, at vit eiga at stovna Føroya Jarðeplafelag við deildum kring landið. Kappingar kunnu haldast har funnið verður vakrasta epli, tyngsta epli og mest samfelagsgagnliga epli. Tað hevði verið ein sonn fólkaítrótt við rót í føroyskari mold heldur enn innfluttari ítróttamentan og sponsoreraðum skóm.
Haran er eitt tilvildarligt fyribrigdi. Jarðeplið er ein lívsspeki.
Broytt · Sí broytingar (1)
@jogvanjardepli her er nakað til tín: https://www.vp.fo/news/eplafestivalur-2026-matur-mentan-og-felagsskapur
😂