Far beinleiðis til innihaldið
kjak.fo
Rita inn
▾
Mín vangi Stillingar Fylgd kjak Fyrisiting

Privatlívspolitikkur fyri Kjak.fo

Seinast dagførdur 19. august 2026

Kjak.fo er eitt alment føroyskt kjakstað. Hesin politikkurin greiðir frá, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, hví vit gera tað, hvussu leingi tær verða goymdar og hvørji rættindi tú hevur.

Vit selja ikki persónupplýsingar og nýta tær ikki til beinleiðis marknaðarføring. Vit nýta Plausible Analytics til avmarkað, samlað ferðsluhagtøl, men hava hvørki persónliga málrættað greiningarfarspor ella triðjaparts lýsingarspor á Kjak.fo.

1. Hvør hevur ábyrgdina?

Klikk rekur Kjak.fo og er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av persónupplýsingum á síðuni.

Klikk
v-tal 577863
hey@klikk.fo

Spurningar um privatlív og umbønir um tíni rættindi kunnu sendast til hey@klikk.fo.

2. Hvørjar upplýsingar viðgera vit?

Tá tú vitjar síðuna

  • IP-adressa, tíðspunkt, umbønarslóð, svarstøða, tilvísingarsíða og upplýsingar um kaga og tól kunnu verða skrásett í vanligum ambætaraloggi hjá hýsingarveitaranum;
  • Plausible Analytics skrásetir síðu, tilvísingarsíðu, kaga, stýriskipan, slag av tóli og umleið landafrøðiligt øki sum samlað ferðsluhagtøl. Rá IP-adressa og fult User-Agent verða ikki goymd;
  • IP-adressur og innritingareyðkenni verða umgjørd til loynilig, einvegis frámerki, tá vit avmarka misnýtslu og skráseta innritingarroyndir;
  • tøkniligar villur kunnu verða skrásettar í rakstrarloggi, so vit kunnu finna og rætta feilir.

Tá tú stovnar brúkara

  • brúkaranavn, vísingarnavn og teldupostur;
  • loyniorðið sum eitt trygt hash-frámerki — vit goyma ikki sjálvt loyniorðið;
  • staðfesting av telduposti og treytum, kontustøða, leiklutur, stovningardagur og seinasta innritan;
  • valfrí ævisøga og vangamynd.

Tá tú tekur lut í kjakinum

  • kjak, svar, myndir, sitat og broytingarsøga;
  • atkvøður í veljingum, kjak tú fylgir, fráboðanir og tín lisistøða;
  • limaskapur í privatum kjakrúmum, fyrisitaraleiklutur og umbønir um atgongd;
  • fráboðanir um tilfar og upplýsingar um moderatión, um tað verður viðkomandi.

Kjak og svar í almennum kjakrúmum, vísingarnavn, brúkaranavn, vangamynd og ævisøga eru alment. Tilfar og limalistar í privatum kjakrúmum verða bert víst innritaðum brúkarum við atgongd og teimum moderatorum og administratorum, sum skulu reka tænastuna. Teldupostur, loyniorð, atkvøðan hjá tí einstaka, lisistøða og trygdarupplýsingar verða ikki víst alment.

Tá tú setur teg í samband við okkum

Sambandsoyðublaðið sendir navn, teldupost, evni og boð til okkum sum teldupost. Boðini verða ikki goymd í dátugrunninum hjá Kjak.fo, men eru í teldupostskipanini, meðan málið verður viðgjørt.

3. Hví og við hvørjari heimild?

At veita tænastuna
Vit viðgera konto, vanga, kjak, svar, atkvøður, fylging, fráboðanir og lisistøðu fyri at halda avtaluna, sum tú gert við okkum, tá tú stovnar brúkara og góðtekur nýtslutreytirnar, sbr. § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
At reka og verja Kjak.fo
Vit nýta tøknilig logg, frámerki, trygdartálmar, trygdaravrit, fráboðanir og moderatión fyri okkara heimilaða áhugamál í at halda tænastuna trygga, fyribyrgja misnýtslu, loysa ósemjur og verja rættarkrøv, sbr. § 8, stk. 1, nr. 6.
At skilja og betra tænastuna
Vit nýta avmarkað, samlað ferðsluhagtøl frá Plausible Analytics fyri okkara heimilaða áhugamál í at skilja, hvussu Kjak.fo verður brúkt, og betra tænastuna, sbr. § 8, stk. 1, nr. 6. Hagtølini verða ikki brúkt til at profilera ella fylgja einstøkum vitjandi.
At svara fyrispurningum
Vit viðgera boð frá sambandssíðuni fyri at svara tær og fylgja málinum upp. Heimildin er okkara heimilaða áhugamál í at samskifta um tænastuna, sbr. § 8, stk. 1, nr. 6, ella at gera tað, tú biður um, áðrenn ein avtala verður gjørd, sbr. nr. 2.
At halda lógina
Í serligum førum viðgera ella lata vit upplýsingar, tá tað er neyðugt fyri at halda eina rættarliga skyldu, sbr. § 8, stk. 1, nr. 3.

At tú góðtekur nýtslutreytirnar er ikki eitt dátuverndarsamtykki. Vit grunda viðgerðina á heimildirnar omanfyri. Vit taka ikki avgerðir um teg, sum einans eru grundaðar á automatiska viðgerð, og vit profilera teg ikki.

4. Alment tilfar

Tað, tú leggur út í kjaki, er ætlað almenninginum og kann verða funnið av leitimaskinum, siterað og leinkjað til. Legg tí ikki loyniligar upplýsingar, p-tøl, viðkvæmar upplýsingar ella persónsupplýsingar um onnur út, uttan at tú hevur rætt til tað.

Um ein konto verður strikað, kunnu almenn kjak og svar í ávísum førum verða standandi undir anonymiseraðum navni fyri at varðveita samanhangin í kjakinum. Vit meta altíð um eina umbøn um striking eftir dátuverndarlógini og øðrum galdandi reglum.

5. Farspor, kagagoymsla og greining

Kjak.fo nýtir einans tøkniliga neyðug farspor og lokala kagagoymslu:

  • KJAKSESSID er eitt vart setufarspor, sum heldur tær innritaðari/um og verjir oyðubløð. Tað hvørvur, tá kagaforritið verður latið aftur, og setan gongur vanliga út eftir tveir tímar uttan virksemi;
  • KJAKAUTH er eitt einfalt tekniskt frámerki við virðinum 1, sum sigur síðuni, at hon kann kanna kontustøðuna. Tað inniheldur ikki navn, brúkara-ID ella aðrar persónupplýsingar;
  • localStorage goymir kladdur og lokala lisistøðu í tínum kaga. Lisistøðan hjá innritaðum brúkarum verður eisini samstillað við kontuna;
  • sessionStorage goymir stuttlivandi upplýsingar um kontuvalmynd, atkvøðustøðu og brúkaraflatu, meðan kagafanin er opin.

Vit nýta Plausible Analytics til samlað hagtøl um vitjanir og nýtslu. Plausible setur ikki farspor, nýtir ikki localStorage ella varandi eyðkenni til greining og fylgir ikki vitjandi tvørtur um dagar, tól ella heimasíður. IP-adressa og User-Agent verða bert viðgjørd stutt til at gera eitt dagligt, skiftandi frámerki; ráa IP-adressan og fult User-Agent verða ikki goymd. Vit nýta ikki Google Analytics, Meta Pixel ella persónliga málrættað lýsingarspor.

Lýsingar á Kjak.fo verða latnar gjøgnum Klikk Lýsingar uttan persónliga málrætting, lýsingarfarspor ella atferðarprofil. Tá ein lýsing hevur verið sjónlig í minst eitt sekund, verður eitt tøkniligt frámerki sent til Klikk Lýsingar, so samlaðar vísingar kunnu teljast. Trýst á lýsingar verða eisini tald. Lýsarin sær einans samlað og ópersónligt hagtøl um vísingar, trýst og CTR — ikki upplýsingar, sum eyðmerkja ein brúkara ella vitjandi. Trýstir tú á eina lýsing, fert tú á heimasíðuna hjá lýsaranum, har teirra egnu privatlívsreglur eru galdandi.

Tú kanst strika farspor og lokala goymslu í kagastillingunum. Tá kunnu kladdur, gestalisistøða og innritan hvørva.

6. Hvør fær upplýsingarnar?

Persónupplýsingar verða bert latnar teimum, sum hava tørv á teimum:

  • almenningurin og leitimaskinur fáa atgongd til tað, tú sjálv/ur leggur alment út, og til almenna vangan;
  • moderatorar og administratorar fáa neyðuga atgongd til fráboðanir, moderatión og kontustøðu;
  • fyrisitarar í einum privatum kjakrúmi síggja limalistan og umbønir um atgongd til júst tað kjakrúmið;
  • SiteGround hýsir heimasíðu, dátugrunn, teldupost, logg og trygdaravrit okkara vegna og er dátuviðgeri;
  • Klikk Lýsingar letur lýsingar og ger samlað hagtøl um vísingar og trýst. Skipanin setur eingi lýsingarfarspor og letur ikki lýsarum upplýsingar um einstakar vitjandi;
  • Plausible Analytics viðger avmarkaðar upplýsingar um vitjanir okkara vegna og letur okkum samlað ferðsluhagtøl. Plausible goymir og viðger hesi hagtøl í ES;
  • aðrir tøkniligir undirveitarar kunnu viðgera avmarkaðar upplýsingar, um tað er neyðugt fyri hýsing, teldupost, trygd ella trygdaravrit;
  • myndugleikar ella aðrir móttakarar kunnu fáa upplýsingar, um lógin krevur tað, ella tað er neyðugt at verja eitt rættarkrav.

Vit selja ella leiga ikki persónupplýsingar og lata ikki lýsarum upplýsingar, sum eyðmerkja einstakar brúkarar ella vitjandi. Sum greitt frá í parti 5 kunnu lýsarar fáa samlað og ópersónligt hagtøl um støddina og virksemið á Kjak.fo.

7. Viðgerð uttan fyri Føroyar

Kjak.fo nýtir hýsing hjá SiteGround uttan fyri Føroyar. Klikk velur, at sjálv heimasíðan og dátugrunnurin verða hýst í ES/EBS. SiteGround og góðkendir undirveitarar kunnu viðgera upplýsingar í øðrum londum sum liður í hýsing, trygd, telduposti og stuðli.

8. Hvussu leingi goyma vit upplýsingarnar?

  • Óstaðfest konto: kann verða strikað 30 dagar eftir stovning, um telduposturin ikki er staðfestur.
  • Konto og vangi: verða goymd, meðan kontoan er virkin, og síðani so leingi sum neyðugt at avgreiða striking, ósemjur og lógarásett krøv.
  • Alment kjak og svar: verða goymd, meðan tey tæna almenna kjakinum. Eftir kontustriking kunnu tey verða strikað ella anonymiserað eftir eini ítøkiligari meting. Broytingarsøga fylgir vanliga almenna tilfarinum.
  • Atkvøður, fylging, fráboðanir og lisistøða: verða goymd, meðan kontoan og viðkomandi kjak eru til.
  • Privat kjakrúm: limaskapur og atgongdarumbønir verða goymd, so leingi sum tað er neyðugt at umsita atgongdina og skjalprógva avgerðir. Tá atgongd verður tikin, hvørva fylgingar og privata fráboðanarsøgan úr kontusýningini.
  • Staðfestingarleinki: ganga úr gildi eftir 24 tímum; leinki til endurseting av loyniorði eftir einum tíma. Leinki til teldupostbroyting ganga úr gildi eftir 24 tímum. Frámerki, sum eru farin úr gildi ella brúkt, verða ruddað regluliga.
  • Setur: ganga vanliga út eftir tveir tímar uttan virksemi og verða ruddaðar regluliga.
  • Trygdar- og misnýtslufrámerki: tíðaravmarkaðar sperrur verða strikaðar, tá gluggin er farin; innritingarroyndir verða goymdar í 30 dagar.
  • Óbrúktar myndauppleggingar: verða strikaðar eftir 24 tímum. Myndir, sum eru lagdar út, fylgja almenna tilfarinum.
  • Ambætaralogg: SiteGround hevur ráv logg við IP-adressu og umbønum í upp til 30 dagar.
  • Lýsingahagtøl: tøknilig vísingarfrámerki verða tald úr vanligum ambætaraloggi eina ferð um dagin. Lýsarar fáa bert samlað hagtøl; klikk og vísingar verða goymd sum daglig tøl fyri lýsingina.
  • Plausible-hagtøl: samlað ferðsluhagtøl verða goymd, meðan vit hava sakligan tørv á teimum til greining og menning av Kjak.fo. Plausible goymir ikki ráar IP-adressur, fult User-Agent ella varandi frámerki um einstakar vitjandi.
  • Sambandsboð: verða goymd, so leingi sum neyðugt at svara og fylgja málinum upp, vanliga í mesta lagi 12 mánaðir eftir at málið er liðugt, uttan so at lógarásett krøv ella ein ósemja krevja longri goymslu.
  • Fráboðanir og moderatión: verða goymd, so leingi sum neyðugt at skjalprógva avgerðir, verja brúkarar og handfara endurtikna misnýtslu ella rættarkrøv.
  • Trygdaravrit: SiteGround ger daglig, skiftandi trygdaravrit og kann hava upp til 30 daglig avrit. Strikaðar upplýsingar hvørva úr teimum, so hvørt eldri avrit verða skift út.

9. Tíni rættindi

Treytirnar í dátuverndarlógini avgera, nær tú kanst:

  • fáa kunning og innlit í upplýsingar um teg;
  • fáa skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar rættaðar;
  • fáa upplýsingar strikaðar ella viðgerðina avmarkaða;
  • mótmæla viðgerð, sum byggir á eitt heimilað áhugamál;
  • fáa upplýsingar, tú sjálv/ur hevur latið, í einum vanligum teldutøkum sniði.

Fleiri vangaupplýsingar kunnu broytast beinleiðis undir stillingum. Aðrar umbønir kunnu sendast til hey@klikk.fo. Vit kunnu biðja um upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at staðfesta, at kontoan ella upplýsingarnar eru tínar.

Rættindini eru ikki treytaleys. Til dømis kann tørvurin á samanhangi í einum almennum kjaki, rættindi hjá øðrum, lógarkrøv ella verjan av rættarkrøvum hava týdning fyri, um og hvussu ein umbøn kann gangast á møti.

Heldur tú, at vit viðgera upplýsingar skeivt, heita vit á teg um fyrst at skriva til okkara. Tú kanst eisini klaga til Dátueftirlitið á dat@dat.fo.

10. Trygd

Vit nýta millum annað krypterað HTTPS-samband, hash av loyniorðum og misnýtslufrámerkjum, avmarkaða fyrisitingaratgongd, verju móti følskum oyðublaðsfyrispurningum, tryggari myndaviðgerð, daglig trygdaravrit og dagførdar trygdarreglur.

Eingin nettænasta kann veita fullkomna trygd. Verður eitt trygdarbrot mett at hava vanda við sær fyri teg, boða vit tær og Dátueftirlitinum frá, tá dátuverndarlógin krevur tað.

11. Børn

Tú skalt vera í minsta lagi 13 ár fyri at stovna brúkara á Kjak.fo. Varðnast vit, at ein yngri persónur hevur stovnað konto, kunnu vit steingja og strika kontuna.

12. Broytingar

Vit dagføra henda politikkin, um tænastan, veitarar ella lóggávan broytast. Dagførdi teksturin verður lagdur á hesa síðu við nýggjum dagfestingardegi. Eru broytingarnar týðandi fyri innritaðar brúkarar, kunna vit eisini á Kjak.fo ella við telduposti.

© 2026 Kjak.fo
Leita Samband Privatlív Treytir
Ein heimasíða frá Klikk