Far beinleiðis til innihaldið
kjak.fo
Rita inn
▾
Mín vangi Stillingar Fylgd kjak Fyrisiting

Nýtslutreytir fyri Kjak.fo

Kjak.fo er eitt alment føroyskt kjakstað, har brúkarar kunnu stovna kjak, svara øðrum og leggja út longri tekstir, eitt nú lesarabrøv.

Við at stovna brúkara ella nýta Kjak.fo góðtekur tú hesar brúkaratreytir.

Kjak.fo verður rikið av Klikk.

1. Tín brúkari

Tú hevur ábyrgdina av tínum brúkara og av virkseminum á honum.

Tú skalt:

  • geva rættar upplýsingar, har Kjak.fo krevur tað;
  • halda loyniorðið fyri teg sjálvan;
  • ikki lata sum um, at tú ert ein annar persónur;
  • ikki nýta brúkara hjá øðrum uttan loyvi.

Dulnevni eru loyvd. Tú nýtist sostatt ikki at brúka títt veruliga navn alment.

Tú skalt vera í minsta lagi 13 ár fyri at stovna brúkara á Kjak.fo.

Vit kunnu steingja ella avmarka brúkarar, sum misnýta tænastuna ella bróta hesar treytir.

2. Tað, tú leggur út

Tú hevur sjálv/ur ábyrgdina av tí, tú leggur út á Kjak.fo.

Tú mást ikki leggja út tilfar, sum:

  • er ólógligt;
  • hóttir ella eggjar til harðskap;
  • er ærumeiðandi ella inniheldur álvarsligar skuldsetingar, sum tú ikki hevur rímiliga grund til at halda vera sannar;
  • órógvar, eltir ella á annan hátt ger seg inn á onnur;
  • avdúkar privat viðurskifti um onnur uttan samtykki;
  • brýtur upphavsrætt, vørumerkjarætt ella onnur rættindi hjá øðrum;
  • er spam, svik, óviðkomandi lýsing ella skipað manipulatión av tænastuni;
  • inniheldur skaðiliga kotu, automatiskar fyrispurningar ella annað, sum kann órógva raksturin.

Kjak.fo er ætlað kjaki. Tað er loyvt at vera ósamd, hvassorðað/ur og kritisk/ur. Vit krevja ikki, at kjakið altíð er høviskt ella semjusøkjandi.

Men tað er munur á at finnast at hugsanum, politikki og almennum persónum og at hótta, ágangast ella seta fram álvarsligar ógrundaðar skuldsetingar um einstaklingar.

3. Lesarabrøv og annað longri tilfar

Brúkarar kunnu leggja út lesarabrøv og annað longri tilfar á Kjak.fo.

Slíkt tilfar er skrivað av tí einstaka høvundanum og gevur ikki neyðturviliga sjónarmiðini hjá Kjak.fo ella Klikk til kennar.

Vit kunnu vísa ávís lesarabrøv ella kjak serliga týðiliga á forsíðuni ella aðrastaðni á Kjak.fo. Hetta merkir ikki, at vit taka undir við innihaldinum.

Vit kunnu eisini rætta smáar tøkniligar ella málsligar feilir í yvirskriftum og framløgu, men vit broyta ikki innihaldið í einum lesarabrævi uttan samtykki frá høvundanum, uttan tá tað er neyðugt sum liður í moderatión.

4. Upphavsrættur

Tú varðveitir tín upphavsrætt til tilfar, sum tú sjálv/ur hevur skapað og leggur út á Kjak.fo.

Við at leggja tilfar út gevur tú Kjak.fo ein ikki-einkarrættarligan og ókeypis rætt til at:

  • goyma tilfarið;
  • vísa tað alment á Kjak.fo;
  • gera tøknilig avrit, sum eru neyðug fyri raksturin;
  • tillaga framløguna til ymiskar skíggjar og tøknilig snið;
  • vísa stutt brot, yvirskriftir og leinki til tilfarið á øðrum síðum ella sosialum miðlum hjá Kjak.fo.

Hesin rættur er bert ætlaður rakstrinum og marknaðarføringini av Kjak.fo. Vit ogna okkum ikki tín tekst og kunnu ikki selja hann sum okkara egna verk.

Leggur tú út tilfar, sum onnur eiga rættindini til, hevur tú ábyrgdina av at hava neyðugt loyvi.

5. Svar, sitat og tilvísingar

Kjak.fo er bygt til, at innlegg kunnu svara, sitera og vísa til onnur innlegg.

Tá tú leggur nakað alment út, mást tú tí rokna við, at aðrir brúkarar kunnu:

  • svara tí;
  • sitera hóskandi brot úr tí;
  • leinkja til tað;
  • skriva sjálvstøðug innlegg ella lesarabrøv sum svar.

Hendan nýtslan skal tó halda seg innan galdandi lóg og vanligan góðan sið.

6. Moderatión

Kjak.fo er ikki eitt ómodererað fríøki.

Vit kunnu eftir egnari meting:

  • flyta innlegg og kjak;
  • broyta flokking ella yvirskrift;
  • goyma ella fjala innlegg;
  • strika tilfar;
  • steingja kjak;
  • avmarka møguleikan at skriva;
  • geva ávaring;
  • fyribils steingja brúkarar;
  • varandi banna brúkarar.

Hetta kann millum annað verða gjørt, um tilfar brýtur hesar treytir, lógina, endamálið við Kjak.fo ella ger kjakið munandi verri fyri aðrar brúkarar.

Vit hava ikki skyldu til at geva øllum moderatiónsavgerðum eina grundgeving.

Vit kunnu eisini lata tilfar standa, hóast tað verður fráboðað. At eitt innlegg verður fráboðað merkir ikki sjálvvirkandi, at tað verður strikað.

7. Fráboðanir

Sært tú tilfar, sum tú heldur brýtur hesar treytir ella lógina, kanst tú fráboða tað við fráboðanarskipanini á síðuni.

Við álvarsligum málum kanst tú eisini seta teg í samband við okkum á hey@kjak.fo.

Vit royna at meta um fráboðanir so skjótt sum rímiligt er, men kunnu ikki lova eina ávísa viðgerðartíð.

8. Eingin undangóðkenning

Innihald frá brúkarum verður sum meginregla almannakunngjørt uttan undangóðkenning.

Kjak.fo kann tí ikki tryggja, at alt innihald á síðuni er:

  • rætt;
  • lógligt;
  • fullfíggjað;
  • hóskandi;
  • dagført.

Sjónarmið hjá brúkarum eru teirra egnu.

Vit kunnu tó seta einstakar brúkarar ella sløg av innihaldi undir undangóðkenning, um tað verður mett neyðugt.

9. Striking av brúkara og tilfari

Tú kanst biðja um at fáa tín brúkara strikaðan.

Tað merkir ikki altíð, at øll innlegg, tú áður hevur lagt alment út, eisini verða strikað.

Kjak er ofta treytað av samanhanginum millum fleiri innlegg, og strikan av øllum eldri innleggum kann gera heilar samrøður óskiljandi.

Vit kunnu tí í ávísum førum varðveita almannakunngjørd innlegg eftir at brúkarin er strikaður, men knýta tey at einum anonymiseraðum ella strikaðum brúkara, í tann mun tað er lógligt.

10. Goymsla og broyting av innleggum

Brúkarar kunnu hava avmarkaða tíð til sjálvir at rætta ella strika innlegg.

Eftir hetta kunnu innlegg verða varðveitt sum partur av almenna kjakinum og søguliga samanhanginum á síðuni.

Vit kunnu varðveita upplýsingar um broytingar og moderatión, tá tað er neyðugt fyri trygd, moderatión, skjalprógv ella rakstur.

11. Tænastan

Vit royna at halda Kjak.fo tøkt og virkið, men kunnu ikki lova, at tænastan altíð er tøk ella feilfrí.

Vit kunnu:

  • broyta virkni;
  • taka virkni burtur;
  • steðga tænastuni fyribils;
  • steðga Kjak.fo heilt.

Vit hava ikki ábyrgd av missi, sum stendst av vanligum tekniskum feilum, niðritíð, dátumissi ella broytingum á tænastuni.

12. Leinki til aðrar síður

Kjak.fo kann innihalda leinki til aðrar heimasíður.

Vit hava ikki ábyrgd av innihaldi, trygd ella privatlívspolitikki hjá hesum síðum.

13. Persónsupplýsingar

Vit viðgera persónsupplýsingar í sambandi við rakstur av Kjak.fo.

Nærri upplýsingar um:

  • hvørjar upplýsingar vit savna;
  • hví vit savna tær;
  • hvussu leingi tær verða varðveittar;
  • tín rætt til innlit, rætting og striking;
  • cookies og tøkniligar dátur;

eru í okkara privatlívspolitikki.

14. Broytingar í treytunum

Vit kunnu broyta hesar treytir, tá ið tænastan, lóggávan ella raksturin broytist.

15. Galdandi rættur

Hesar treytir eru undir føroyskum rætti.

Ósemjur verða viðgjørdar við føroyskan dómstól.

16. Samband

Kjak.fo verður rikið av:

Klikk
vtal 577863
hey@klikk.fo
© 2026 Kjak.fo
Leita Samband Privatlív Treytir
Ein heimasíða frá Klikk