Hey tit 👋
Hjá teimum, sum minnast gamla Kjak.fo, sigur tað seg sjálvt: eitt føroyskt stað at kjakast um politikk, samfelag, mentan, tøkni, ítrótt, gerandisdag og alt hitt, sum fólk hava eina meining um.
Nógv er broytt síðani tá. Stórur partur av føroyska kjakinum er flutt inn á Facebook og aðrar sosialar miðlar. Tað riggar ofta væl, men kjakið verður eisini lætt spjatt millum bólkar, einstaklingar og algoritmur, og gomul innlegg kunnu vera trupul at finna aftur.
Kjak.fo er ein royndarverkætlan við einum einfaldum endamáli: at geva føroyskum kjaki eitt egið stað aftur.
Her eru ongar algoritmur, sum velja, hvat tú skalt síggja. Kjakini eru almenn, leitingarbar og verða standandi. Tú kanst skriva undir dulnevni, um tú vilt, og tað skal vera pláss bæði fyri løttum práti og álvarsligum kjaki.
Síðan er nýggj, hóast navnið er gamalt. Tí verður okkurt ivaleyst broytt, lagað og bøtt um so hvørt. Um tú finnur ein feil, saknar okkurt ella hevur eitt uppskot, er tað bara at siga frá.
Men fyrst og fremst: hygg inn, les við, og skriva, um tú hevur okkurt upp á hjarta.
Vælkomin aftur til Kjak.fo. ❤️
Broytt · Sí broytingar (1)